Skeg at rógva

Kappróður: - Tað er stuttligt at rógva, men tað er ein hørð ítróttargrein, sigur Sólrun Jacobsen, ein av manningini umborð á 5-mannafarinum Ørnini úr Sandavági. Hósdagin arbeiddi hon saman við øðrum ungum í Sørvági, og um kvøldið skuldi hon til Miðvágs í bátin. - Tað er nógv harðari at rógva enn at spæla fótbólt. Vit mugu bara møta upp til hvørja einastu venjing, tí eingin eyka rógvari er at seta inn, um ein manglar. Alt hetta, ger eisini rógvingina nógv skegari!

- Vit venja seks ferðir um vikuna, greiðir Sólrun frá.

Nú eru stevnurnar í hásætið, og í dag eru í roynd og veru bert tveir róðrar eftir: Á vestanstevnu í Sørvági og á ólavsøku.

Hóast tær sjey umborð á Ørnini venja dúgliga og luttaka við allar stevnurnar, kann hetta kortini ikki taka gleðina at rógva frá teimum.

- Nei, tað er sera stuttligt at rógva. Man er nógv saman við hinum, og so kemur man eisini runt landið til stevnurnar, sigur ungi rógvarin.

Ørnin er heimahoyrandi í Sandavági, men tær rógva hóast tað á Miðvági. Tað vísir seg, at streymur er minni, eins og umstøðurnar hjá kappróðrarbátunum eru betri her.

Hetta sama kvøldið var ætlanin at fara við Ørnini til Vestmanna, har rógvast skuldi leygardagin. Tað lønar seg altíð líka at vita, hvussu umstøðurnar eru, har róðurin fer fram.


Gott at rógva

Í flestu av føroysku bygdunum er altíð onkur ítróttargrein sum kann savna bygdarfólkið innandura ella uttandura, summar og vetur.

Í bygdunum í Vágum hevur fótbólturin uttan iva verið tann greinin, sum hevði størstan áhugan. Men hetta hevur kortini ikki forðað øðrum ítrótti í at menna seg.

Sørvágur er haraftrat kend fyri síni frálíku avrik innan flogbóltin, Miðvágur tað sama, meðan telvingin helst er hon, sum hevur størstan áhuga í triðju bygdini í oynni, Sandavági.

Hóast alt hetta, hevur kappróðurin haraftrat stóran áhuga millum teir ungu rógvararnar og øll hini, ið stuðla hesum ítróttarfólkunum.

Sólrun sjálv hevur somuleiðis íðkað annan ítrótt enn kappróður, sum hon av álvara fór undir í mars mánaði í fjør.

Hetta árið róði hon við Dúgvuni, ið er heimahoyrandi í Sørvági. Í ár hevði Sólrun aftur hug at royna nakað nýtt.

- Eg vildi fegin íðka onkran annan ítrótt. Eg tímdi ikki bara at spæla fótbólt, og fór tí at rógva, greiðir hon brosandi frá.

Hon situr í rúminum stýriborðsmegin umborð á Ørnini. Hennara partur skal so ikki liggja eftir.


Vinna í heimasjógvi

Í fjør summar var sostatt fyrsta árið at Sólrun var við til FM-róðrarnar í kappróðri.

Hon ásannar, at tað gekk ikki so væl sum hon og hinar umborð á Dúgvuni kundu ynskt sær.

- Eg veit ikki, - vit lógu altíð aftast ella næstaftast, so tú skilir, sigur hon.

Í ár er hon vorðin fast manning umborð á Ørnini, ið er heimahoyrandi í Sandavági. Hetta er ein hvítur bátur, við reyðum stokkum og hvítari rond, og sigast kann, at tað hevur gingið betri enn í fjør.

- Vit hava verið nummar 3 og 4, og nummar 2 á summarstevnuni. Men leygardagin vóna vit so at vinna.

- Tað ætla vit í øllum førum at gera alt fyri, slær ungi rógvarin fast.






Nr. 4

Tað hevur gingið heldur misjavnt hjá gentunum umborð á Ørnini higartil í summar.

Á norðoyastevnu gjørdust tær nr. 7, men mannaðu seg so upp á sundalagsstevnuni, tá tær gjørdust nr. 5. Vikuskiftið eftir, á eystanstevnu otaðu tær seg enn longur fram, og fingu tá eitt 3. pláss, og eitt 4. pláss á jóansøku.

Leygardagin vóru tær aftur í eldinum í Vestmanna, og gjørdust tær tá nr. 4. Tær eru nú nr. 5 hjá 5-mannaførum gentum við 17 stigum, ájavnt við Tjaldrið.