Tilsamans er inntøkan av kommunuskatti í Suðuroy næstan 4,5% minni fyrstu seks mánaðirnar í ár, enn sama tíðarskeiði í fjør.Afturgongdin í Suðuroy verður serliga greflig, tá ið hugsað verður um, at verður skattainntøkan hjá øllum kommununum lagdur saman, er hann tilsamans 1,01% hægri higartil í ár, enn fyrra hálvár í fjør.
Hetta hevur verið gongdin í Suðuroy í alt ár og eisini í juni mánaða var skattainntøkan nógv minni enn í juni í fjør.
Kristin Michelsen, borgarstjórin á Tvøroyri harmast um gongdina. Hann heldur, eitt, sum merkist, serliga í Vági, er, at arbeiðið upp á ellis- og røktarheimið er liðugt og tað sæst aftur í fellandi inntøku.
Annars var var júst ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági, mett sum eitt átak, sum fór at føra til hækkandi skattainntøkur í Suðuroy, tí eftir ætlan skuldi tað skapa eini 50 nýggj arbeiðspláss.Men Kristin Michelsen dugir ikki at síggja tey arbeiðsplássini aftur í skattainntøkunum.
- Hevði tað verðið, sum sagt varð, at størvini á Hamragarði vórðu nýggj størv, hevði tað heilt vist munað, men samstundis, sum fólk eru sett har, eru tey søgd upp aðrasaðni, so tilsamans er framgongdin lítil og ongin, sigur hann.
Borgarstjórin heldur, at einasti vegur fram er at táa nøkur føst, almenn størv í Suðuroy.
Eitt nú dugur hann ikki at skilja, hví Norðoyggjar hava eini 50 fleiri ársverk í almanna- og heilsutænastum enn Suðuroyggin hevur, tí fólkatalið er áleið tað sama.