35.743 skattauppgerðir fyri 2014 eru nú sendar út til fólk. Hetta eru fyrstu skattauppgerðirnar fyri 2014, og sambært tølunum hjá TAKS passaði skatturin hjá gott og væl 21.000 borgarum, ella gott og væl helvtini.
Men tó eru tað slakir 16.000 borgarar, ið hava goldið ov nógv í skatti í fjør, og hesi fáa nú pengar aftur. Tilsamans er avlopsskatturin 41,6 milliónir krónur. Bert 1.030 persónar hava goldið ov lítið í skatti, og samlaði írestandi skatturin er 2,3 milliónir krónur.
Tað eru ikki øll, ið fáa framskundaða skattauppgerð. Hesi eru 6.580 í tali, og tey fáa ístaðin eitt bræv um, at tey skulu lata sjálvuppgávu inn, og síðani verður skattauppgerðin hjá hesum fólkum gjørd.