Klaksvíkar Býráð samtykti týskvøldið endaligu fíggjarætlanina fyri 2004, og verða rakstrarútreiðslurnar samanlagt 73,9 mió krónur, meðan ætlaðu íløgurnar verða tilsamans 20,4 mió krónur.
? Rakstrarútreiðslurnar verða tilsamans 94,3 mió krónur, og er hetta ein hækking upp á góð 10% í mun til fíggjarætlanina í ár, har samlaði rakstrar- og íløguavsetingin var 85,1 mió krónur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Til rentur og avdráttir av lánum v. m. hevur Klaksvíkar Býráð sett av 15,6 mió krónur, sum er ein lækking í mun til í ár, tá 20,4 mió krónur fóru til rentur og niðurrindan av skuld.
Lániskuldin hjá Klaksvíkar Býráð er nú góðar 80 mió krónur, sum svarar til umleið 3/4 av skattaálíkningini.
Samlaðu útreiðslurnar á fíggjarætlanini fyri 2004 er nettur 109,7 mió króur.
Klaksvíkar Býráð roknar við eini inntøku upp á 110 mió krónur, sum svarar til framrokningarnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og javnvigar samtykta fíggjarætlanin sostatt við góum 300.000 krónur.
? Býráðið hevur samtykt at kommunuskatturin í Klaksvíkar Kommunu næsta ár verður 19,5%. Hetta er hálvt prosent lægri enn verandi skattaprosent, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum heldur, at komandi árini vera nøkur serstøk ár hjáKlaksvíkar Kommunu, nú Norðoyatunnilin verður framdur.
? Har verður stórur tørvur á umfatandi íløguarbeiðum til tess at fyrireia býin at taka ímóti teimum broyttu umstøðunbum, sum fasta vegasamabdnið um Leirvíksfjrøð fer at hava við sær, sigur borgarstjórin í Klaksvík.