Tað eru glottar at hóma í Vági.
Tað varð staðfest, nú Vágs Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Tá ið býráðið umrøddi fíggjarætlanin, varð gjørt greitt, at fíggjarætlanin 2014 verður samstundis startskotið til eina líðandi skattalækking í Vági.
Næsta ár verður skattalækkingin mest av ímyndarligum týdningi, tí tað lækkar bara 0,1 prosent, úr 23,25 prosent, niður í 23,15 prosent.
Men Dennis Holm, borgarstjóri, at hetta er fyri at staðfesta, at nú er gongd sett á eina skattalækking, sum eftir ætlan skal halda fram.
Býráðið sigur, at hetta er eitt tekin til vágbingar um nú eru stundin komin at lækka skattin, eftir at hann hevur verið methøgur nú í eini 20 ár.
Annars sær eitt sindur bjartari út í Vági. Inntøkumetingarnar fyri næsta ár eru batnaðar, so at tær nú eru eina góða millión hægri enn tær vóru fyri stuttum.
Sostatt væntar kommunan at fáa 37, 8 milliónir inn í skatti næsta ár.
Hetta gevur kommunini høvi til at játta pengar til vatnveiting, ungdómshús og býarbókasavn í posthúsinum mitt í býnum.
Næsta ár fer Vágs kommuna at rinda góðar 4,8 milliónir í avdráttum og 1,4 millión í rentum.
Tað merkir, at við árslok næsta ár eru skuldin hjá Vágs Kommunu komin niður um eina álíkning og tað fer at geva kommununi høvi til at umfíggja skuldina, so at hon verður væl bíligari.
Og tað elvir so aftur til betri fíggjarligt rásarrúm til 2015.
Myndina tók Erik Christensen