Skatturin hjá sendifólki til viðgerðar í tinginum

Nú vil landskassin hava fatur á skattinum hjá føroysku Sendifólkunum

Tá ið tingfundur er á skránni í dag, verður eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til viðgerðar. 

Talan er um uppskot, sum skal broyta skattligu viðurskiftini hjá føroysku sendifólkunum. 

Landsstýriskvinnan setir fram lógaruppskotið, tí ynski er um, at sendifólk Føroya frameftir verða skattað í Føroyum heldur enn í Danmark. Danskir og føroyskir skattamyndugleikar eru nú eisini komnir ásamt um, at sendifólk Føroya ikki hava verið sett í skatt sambært galdandi skattareglum. 

Føroyskir og danskir myndugleikar gjørdu í mars 2006 eina fyrisitingarliga samstarvsavtalu innan uttanríkisøkið. Avtalan snýr seg lutvíst um, hvussu Føroyar og Danmark samstarva, tá Føroyar seta á stovn sendistovur í øðrum londum umframt um praktisku viðurskiftini hjá sendifólki Føroya.

Av tí at uttanríkismál er danskt málsøki, eru føroysku sendifólkini partur av danska diplomathópinum fyri á tann hátt at geva sendifólki Føroya diplomattygn, sum verður mett at vera sera týdningarmikið í samskiftinum við aðrar tjóðir.


Tá tað snýr seg um lønarviðurskiftini hjá sendifólkunum, so eru lønarviðurskiftini skipað í tveir partar. Føst løn, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið fráboðar danska Uttanríkisráðnum, og sum skattur verður goldin av, umframt ein útiviðbót v.m., sum er endurgjald fyri meirútreiðslur av ymsum slag, sum standast av at arbeiða í øðrum landi.

Skipanin virkar á tann hátt, at danska Uttanríkisráðið leggur peningin út fyri útreiðslurnar hjá sendifólki Føroya, og landsstýrið endurrindar síðani danska Uttanríkisráðnum fyri kostnaðin.

Fasta lønin hevur higartil verið skattað í Danmark eftir donskum reglum, meðan útiviðbótin hevur verið skattafrí somuleiðis eftir donskum reglum. 

- Danskir og føroyskir skattamyndugleikar eru nú komnir ásamt um, at sendifólk Føroya ikki hava verið sett í skatt sambært galdandi skattareglum, eftirsum sendifólk Føroya áttu at verið sett í skatt í Føroyum eftir føroyskum reglum, stendur millum annað at lesa í viðmerkingunum til uppskotið. 

Semja er tí eisini um, at upphæddin sum sendifólk Føroya áður er rindað til Danmark verður flutt til Føroyar.

Fyri at byrgja fyri, at núverandi og fyrrverandi sendifólk Føroya fáa eina stóra skattarokning, verður somuleiðis mett, at tað er neyðugt, at viðkomandi skattareglur á økinum verða broyttar; ávísar reglur enntá við afturvirkandi gildi. 

 

Málið fer í fyrstu atløgu í nevnd.