Trølla Pætur og Omman eru í jólahýri og fólk kunnu gleða seg til nýggjan fittan familjufilm, har trøllini og teir báðir Erling politistur og Jógvan politistur, spæla størstu leiklutirnar.
Hetta er sætti filmurin um Trølla Pætur og hansara upplivingar saman við TrøllaOmmuni, sum oftani hevur Erling politist renanndi aftaná sær. Flestu upptøkurnar eru gjørdar á heystið 2012 í Klaksvík, men eisini eru gamlar og minniligar hendingar kliptar inn í søgugongdina.
Filmurin hevur onki aldursmark og er 70 minuttir til longdar. Steintór Rasmussen hevur skrivað handritið og tað er Raclip, sum hevur framleitt, filmað og sett saman.