Skatturin hækkar í Klaksvík

Skattaprosentið komandi ár hækkar við 1, 25 % og eitt lán upp á tíggju milliónir skal takast. Hinvegin hækkar barnafrádrátturin úr 3.500 upp í 4.000 krónur. Hetta er nakað av tí, sum Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi týskvøldið

Klaksvík:
Skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu verður 20,75 % komandi ár. Sostatt hækkar skatturin við 1,25 %. Tosað varð annars um undan býráðsfundinum, at skattaprosentið skuldi hækkast við tveimum prosentum, men so varð kortini ikki.
Eisini varð samtykt at taka eitt lán upp á 10 milliónir. Hetta lánið skal fíggja serætlanir í sambandi við tær mongu íløgurnar, sum kommunan hevur gjørt og er í ferð við at gera nú undirsjóvartunnilin er í gerð.
Hinvegin hevur kommunan lagt upp fyri barnafamiljunum. Barnafrádrátturin í kommununi hækkar úr 3.500 upp í 4.000 krónur fyri hvørt barnið komandi ár.
Aðrar sparingar hava eisini verið neyðugar, og alt hetta kemur, sambært Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóra, av, at inntøkurnar hjá kommununi ikki verða so høgar, sum roknað var við og tí at landið leggur alt meira út til kommunurnar at umsita.
Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at eftir seinasta býráðsfund móttók kommunan nakrar framrokningar frá Toll og Skatt, har tað greitt vísti, at inntøkurnar í ár fóru at verða um fimm milliónir lægri enn væntað varð fyrr í ár.
? Tá landið lækkar skattin, missa kommunurnar altíð inntøku, vit hava fingið framrokningar, sum frammanundan hesum skattalættanum vísa, at inntøkurnar verða lægri og hartil verður meira og meira lagt út til kommunurnar at umsita. Alt hetta kostar pengar, sigur Steinbjørn Jacobsen og heldur fram, at hann beint eftir seinasta býráðsfund segði, at inntøkurnar helst fóru at lækka og tískil álegði hann nevndunum at spara á øllum økjum. Hetta var fyri einum mánaði síðani.
Steinbjørn heldur ikki, at hetta kemur sum nøkur nýggjheitsbumba. Hann vísir á, at hann fleiri ferðir fyrr í ár hevur greitt frá í fjølmiðlunum, at um íløgur í sambandi við tunnilin skuldu gerast, so máttu hesar fíggjast við lántøku ella skattahækking ? ella báðum.