Bæði lønargjaldingarnar og inntøkurnar av skatti vóru metstórar í februar í ár.
Tað staðfestir Fíggjarmálaráðið.
Í februar í ár vórðu goldnar tilsamans 685,6 milliónir krónur í A inntøkum.
Hetta er 7,7% meira enn í februar í fjør, og samstundis tann besti februar mánaðin nakrantíð.
Sama ger seg galdandi fyri kommunuskattin, sum eisini var tann besti februar mánaðin nakrantíð.
Í februar í ár vórðu tilsamans goldnar 114,6 milliónir krónur í kommunuskatti og tað er er 6,8% meira enn í februar 2011.
Tilsamans var lands- og eftirlønarskatturin góðar tvær milliónir krónur størri í februar í ár enn í februar í fjør.
Av hesum var eftirlønarskatturin var 17,5 milliónir krónur í februar samanborið við góðar 11 milliónir krónur í januar.
- Ein frágreiðing til frávikið er allarhelst ymsar barnasjúkur við nýggja eftirlønarskattaskipanini, men tær fara at hvørva, tá ið vit koma longur út á árið, sigur Fíggjarmálaráðið.
Men tað er eftirlønarskatturin, sum ger, at skattainntøkurnar eru hækkaðar, tí inntøkurnar av vanligum lønarskatti var 15,2 milliónir lægri í februar í ár, enn í februar í fjør.
Annars sigur Fíggjarmálaráðið eisini, at tølini vísa, at gongd er komin á eftirpurningin eftir vørum og tænastum.
Nýggjastu tølini vísa, at teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 251,5 milliónir krónur inn í mvg, samanborið við 223,7 millónir krónur somu mánair í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 12,4%.
Tilsamans hevur landskassin annars fingið 195,3 milliónir inn í vanligum A skatti í januar og februar í fjør. Tað er 33,8 milliónir minni enn somu mánaðir í fjør, tá ið inntøkan var 229,1 milliónir.
Men hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár hevur landskassin so eisini fingið slakar 29 milliónir inn í skattum av inngjaldi til eftirlønir, so tilsamans er talan um eina minking upp á slakar fimm milliónir.