Skattavøksturin táttar í 10 prosent

Vágur. Mynd: Ingi Sørensen

2016 kann gerast eitt gott ár fyri kommunukassan hjá Vágs kommunu, um skattainntøkurnar frá januar eru ein ábending fyri hvussu restina av árinum eydnast.


Í januar fekk Vágs kommuna nevniliga umleið tíggju prosent meiri inn í kommunuskatti enn í januar 2015.


Í krónum og oyrum merkir tað, at Vágs kommuna fekk 277.467 krónur meira í skatta í januar í ár enn undanfarna ár. Í fjør fekk kommunan nevniliga 2.795.275 krónur inn í skatti, meðan hon fekk 3.074.742 krónur í ár.


Kommunan metir sjálv á síni heimasíðu, at orsøkin til góða úrslitið, er at nógv virksemi hevur verið á sláturvirkinum hjá Faroe Farming í Vági.

Vágur. Mynd: Ingi Sørensen

Vágur. Mynd: Ingi Sørensen

Vágur. Mynd: Ingi Sørensen

Vágur. Mynd: Ingi Sørensen

Vágur. Mynd: Ingi Sørensen