Næsta ár fer skattaprosentið í Hvalba at lækka eitt lítið vet. Í ár er skattaprosentið 20 prosent, men næsta ár verður tað 19,95 prosent, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri, nú bygdaráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Annars verður barnafrádrátturin 6500 krónur fyri barnið, og tað er tað sama sum í ár.
Tilsamans er fíggjarætlanin upp á góðar 27,9 milliónir krónur næsta ár. Útreiðslurnar til rakstur eru verða góðar 24,7 milliónir. Og inntøkurnar av kommunuskatti eru mettar at verða 21 milliónir, og Janus Thomsen sigur, at tað er varisliga mett, tí tilsamans verður inntøkan í ár einar góðar 22 milliónir.
Annars er ætlanin at gera íløgur fyri góðar fýra milliónir, og í hesum sambandi er ætlanin at gera ábøtur á skúlan og at bøta um umstøðurnar hjá vinnulívinum á havnarlagnum. Eitt nú eru tey í ferð við at leggja nýggja vatnveiting og næsta ár verðurflakavirkið bundið í nýggju vatnveitingina sum tryggjar virkinum størri nøgdir av reinum vatni.










