Skattapolitikkurin hjá samgonguni

Tíðargrein:

Tað eru tvey hugtøk, ið eyðkenna skattapolitikkin, hjá sitandi samgongu. Tey eru, at fáa proportionalitetin inn aftur í skattin og at breiðka skattagrundarlagi. Í stuttum snýr proportianaliteturin í skattinum seg um, at tey ið hava hægst inntøku gjalda meira í skatti, enn tær lægru inntøkurnar. At breiðka skattagrundarlagi, merkir ein umlegging av skattinum, har ein lækkar, ella steðgar, vøkstrinum í persónsskattinum so vanliga lønarinntøkan ikki støðugt verður kravd fyri meira og meira skatti. Ístaðin verða avgjøld, so sum MVG, umhvørvisavgjøld og onnur avgjøld tikin inn. Viðvíkjandi avgjøldum, má ein hugsa seg um hvat ein tekur avgjøld av, tí avgjøld á vanligar vørur so sum mjólk og breyð, venda sosialt skeivt. Hetta merkir, at tey ið forvinna minst, mugu gjalda líka nógv í avgjaldi sum tey ið forvinna meira, og tí hava tey sjálvsagt minni eftir at brúka.

 

Inntøkur landskassans

Frá 2004, tá ið skattalættin hjá ABC samgonguni kom í gildi, eru inntøkur landskassans vaksnar við 890 milliónum. Skatturin við 294 milliónum og avgjøldini við 596 milliónum. At avgjøldini vaksa so nógv meira enn skatturin, kemur ikki av at innførd eru fleiri ella hægri avgjøld, men av tí øktu nýtsluni í samfelagnum. Tað er serliga MVG inntøkurnar, ið standa fyri stóra vøkstrinum. Hetta kann vera vandamikið, tí so skjótt sum nýtslan fellur so minka hesar inntøkurnar aftur, og so mugu skerjingar til í almennu tænastunum, um ikki onnur tiltøk vera sett í staðin.

Skattainntøkan er bert vaksin ½ so nógv sum avgjøldini, hóast metlágt arbeiðsloysi, orsøkin er serliga at finna í skattalættanum ið er latin hesi árini.

 

Útreiðslur landskassans

Frá 2004 og til 2008, taka vit verðandi fíggjarlógaruppskot fyri 2008 sum grundarlag, eru útreiðslurnar hjá tí almenna vaksnar við 680 milliónum. Útreiðsluøkingin er henda býtt út á ár, 2004-2005 øking 115 mió, 2005-2006 øking 100 mió 2006-2007 øking 206 mió og 2007-2008 øking 259 mió.

Andstøðuflokkarnir, serliga Fólkaflokkurin, brigsla sitandi samgongu, at hon økir útreiðslurnar við 300 milliónum, hetta er ikki rætt. Teir ætlaðu at hækka útreiðslurnar frá 2006-2007 við 170 milliónum, men rokniskapurin vísir, at teir øktu útreiðslurnar við 206 milliónum. Tí er verðuliga økingin frá 2007 til 2008 á 259 milliónum, henda øking kemur av øllum tí økta virkseminum, innan tað almenna, ið var samtykt innan henda samgongan tók við.

At teir hanga útreiðsluøkingina uppá hesa samgongunguna og kallað tað sosialismu, at bara vilja brúka pengar, má koma undir tað ið vit nevna politik, væl at merkja tá ið hann er ringastur.

Samgongan, kann ikki sum andstøðan, serliga Fólkaflokkurin, lata vera við at taka ábyrgd av teimum øktu útreiðslunum. Tað er okkara skylda at fáa búskapin at hanga saman.

 

Skattalættin

ABC samgongan sá sjálv at skattalættin hjá teimum, serliga í 2008 fór at vera óheppin. Tí lá uppskotið, sum teir nú kallað skattahækking, klárt at seta í gyldi frá 1 januar 2008, men var ikki samtykt tí løgtingsvalið var útskrivað.

Millum annað fyri at fáa progresivitetin innaftur í skattaskipanina, valdi henda samgongan at leggja skattalætta uppskotið framaftur, við tí broyting at tað skal hava virknað frá 1 januar 2009. Tað merkir í verðuleikanum, at skattgjaldarnir hava fingið skattalætta 1 ár longur, enn upprunaliga ætla.

Hvør verður so raktur av hesi minking í skattalættanum. Ein flakakvinna ið arbeiðir 8 tímar hvønn dag forvinnur 205.000 kr. um árið. Ongin løntakari, við hesi inntøku skal gjalda meira í skatti. Handverkarar við vanligum tímatalið og limir hjá Starvsmannafelagnum, við vanligum tímatalið, verða heldur ikki rakt.

Tey sum forvinna 250.000 krónir um árið merkja onga broyting.

Er inntøkan 260.000 krónir um árið, merkir hetta ein øktan skatt á 1200 krónir, ella 100 krónir um mánaðin. Er inntøkan 270.000 krónir økist skatturin við 2400 krónum, ella 200 krónir um mánaðin.

Fólkaflokkurin hevur ført fram, at tær høgu milliónainntøkurnar eisini fáa ágóða av broytingunum í skattalættanum, hetta er beinleiðis skeivt. Verðuleikin er, at skattalógin setur 50% í skatti sum hámark. Ein inntøka á eina millión kemur, nú eins og tá ið skattalættin var innførdur, uppá hetta markið. Sostatt er ongin broyting hjá hesum inntøkum, hvørki tá skattalættin var innførdur ella nú hann verður lækkaður.

 

Avgjøld

Tað er púra greitt fyri tey flestu, at skulu almennu útreiðslurnar vaksa, sum tær hava gjørt og gera eisini í 2008, so mugu pengar eisini inn í kassan.

Eg nevndi í byrjanini, at breiðkan av skattagrundarlagnum merkti umlegging so persónsskatturin minkar og avgjøld koma ístaðin. ABC samgongan lækkaði persónsskattin, og tí er tað ógvuliga sannlíkt rúmd fyri avgjøldum. Okkurt bendir á, at hetta ásannaðu teir sjálvir, í hvussu so er so leingi sum teir sótu við valdið.

Henda samgongan hevur fyri 2008, tikið tey uppskotini um avgjøld sum lógu klár tá ið ABC legði frá sær, og lagt tey fram. Eitt uppskot til avgjøld er tó nýtt, tað er uppskoti um tinglýsingaravgjald á veðbrøv.

Avgjøldini eru hesi: heilsuavgjøld (sigarettir, slikk, sodavatn) ið geva 15 milliónir í lanskassan. Tinglýsingargjaldið ferð frá 100 kr. uppá 1000 kr., hetta gevur eina meirinntøku á 4,8 milliónir, og tinglýsingaravgjald á veðbrøv, ið er mett at geva 14 milliónir.

Vert er at leggja til merkis, at hesi avgjøld, undantikið heilsuavgjøldini, eru eingangs fyri tey flestu. Haldi sjálv, at mark eigur at vera fyri, hvussu nógv ein kann áleggja av sokallaðu heilsuavgjøldunum. Fari tí at royna at gera mína ávirkan galdandi, so hetta ikki aftur verður gjørt í 2009 og árini fram.

 

Skattalættar og stuðul hjá sitandi samgongu

Henda samgongan vil sostatt føra ein politikk, har tey ið hava breiðastu herðarnar gjalda meira til vælferðarsamfelagi, enn tey ið hava minni. Eisini vilja vit stuðla bólkum, ið hava tað trupult og lætta um byrðarnar, har tað kemur teimum flestu til góðar.

Vit hava samtykt at hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar, frá 1 september í ár, við 6000 krónum um árið. Vit fara at hyggja eftir, hvat kann gerast fyri barnafamiljur ið hava fíggjarliga trong kor. Vit ætla at avtaka MVG av frukt og grønmeti og vit hava sett okkum fyri at fáa lagt kringvarpsgjald og sjúkrakassa yvir skattin.

Hetta eru tiltøk, ið vísa, at vit raðfesta batar til tey ið eru verri fyri, framum skattalættar til økta nýtslu hjá tí einstaka. Hesir skattalættar hava jú viðført príshækkingar, ið raka øll og harðast tey ið forvinna minst. Vit ynska at føra ein politikk, ið raðfestir samhaldsfesti framum sjálvsøkni.

 

 

» Andstøðuflokkarnir, serliga Fólkaflokkurin, brigsla sitandi samgongu, at hon økir útreiðslurnar við 300 milliónum, hetta er ikki rætt «

 

» Vit hava samtykt at hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar, frá 1. september í ár, við 6000 krónum um árið. Vit fara at hyggja eftir, hvat kann gerast fyri barnafamiljur ið hava fíggjarliga trong kor. Vit ætla at avtaka MVG av frukt og grønmeti og vit hava sett okkum fyri at fáa lagt kringvarpsgjald og sjúkrakassa yvir skattin «

 

» At teir hanga útreiðsluøkingina uppá hesa samgongunguna og kallað tað sosialismu, at bara vilja brúka pengar, má koma undir tað ið vit nevna politik, væl at merkja tá ið hann er ringastur «