Skattamálið: Vit eru samd um at alt er í lagið

- Báðir partar vórðu kunnaðir samstundis, sigur TF Holding samtakið í tíðindaskrivi.

Er tað nóg mikið at senda eina fundarfrásøgn til nevndarlimir, og so meta eina stóra skattaniðurstøðu verða komna til allar parteigarar? Er tað í lagi, at gjøgnumføra ein handil av partabrøvum uttan at seljari veit tað sum keypari veit - nevniliga at vøran er 90 milliónir meira verd, enn seljari heldur?  

 

 

Ja er svarið um tú spyrt nevndirnar í samtakinum hjá TF Holding. Tó standa hesi rættiliga einsamøll við tí áskoðanini. 

 

 

Í gjárkvøldið vóru nevndirnar í øllum TF samtakinum saman og viðgjørdu spurningin, sum Vikuskiftis Sosialurin avdúkaði í seinastu útgávuni  - nevniliga at Fíggjarligt Støðufesti einki fekk at vita um, at Taks hevði játtað Eik 90 milliónir í skattafrádrátti fyrr enn eftir handilin um partabrøv við TF Holding varð avgreiddur. 

 

 

Tíðindaskriv kom í gjár og undirskrivað hava Torben Nielsen og Arni Brattaberg, sum eru ávikavist nevndarformenn í Eik Banka og í TF Holding. 

 

 

Men sambært eitt nú Lars Krull, seniorráðgevi í deildini fyri økonomi og leiðslu á Aalborg Universiteti, er málið beinleiðis ómoralskt. Sambært redaktørinum á Berlingske Business, Jens Christian Hansen er málið groteskt. Og sambært Peter Gæmelke, umboðsráðslimi í SydBank er eingin ivi um, at leiðsla og nevnd - serstakliga nevndarformaðurin - hava ábyrgd at tryggja, at allir parteigara hava somu kunning samstundis. 

 

 

Í TF Holding samtakinum heldur man eftir øllum at døma okkurt annað. 

 


- Vit mugu tó tíanverri staðfesta, at hendan kunning fór ikki víðari til Finansiel Stabilitet. Staðfest varð eisini at Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, hevur hildið sína fráboðanarskyldu í samband við keypstilgongdina av bankanum. Nevndirnar vóru nøgdar við kunningina, sum tær tóku til eftirtektar, og meta málið at vera avgreitt, skrivar TF samtakið í tíðindaskrivi.