Nú verður Betri Banki meldaður til løgregluna og tað merkir, at ákæruvaldið skal hyggja nærri eftir skattamálinum og meta um, hvørt málið skal roynast í rættinum ella ikki.
Um so er, at ákæruvaldið ikki metir grundarlag vera fyri at fara rættarvegin við málinum, so endar tað har. Metir ákæruvaldið hinvegin, at málið skal roynast í rættinum, so eru nøkur møgulig útfall.
Eitt er sjálvandi, at Betri Banki verður fríkendur av dómsvaldinum. Hin møguleikin er, sambært rundskrivið nr. 7 frá 10. november í 1998, at tað verður býtt í ein av tveimum pørtum.
Um so er, at Betri Banki verður dømdur at hava framt lógarbrot av grovum ósketni, verður bótin 1 X upphæddina, sum ikki er komin til skattingar. Tað er áleið 90 milliónir krónur.
Verður Betri Banki dømdur harðastu revsing, sum er at hava framt lógarbrot við vilja, so er bótin 2 X upphæddina, sum ikki er komin til skattingar. Tað er so áleið 180 milliónir krónur.