Skattamálið hjá Eik syngur eftir øllum at døma nú sítt seinasta vers. Men hvat málið endar við, fáa føroyingar ikki at vita, um tað stendur til myndugleikarnar.
Taks hevur sent hoyringsskriv til Eik banka við sínari niðurstøðu í málinum, men orsaka av, at talan er um skattaviðurskifti hjá einari løgfrøðiligari eind, verjir Taks seg við, at tey ikki hava rætt at kunna um niðurstøðuna uttan so, at Eik banki sjálvur tekur undir við tí.
Tað kann tó undra, tí hetta er ikki eitt vanligt mál um skattafrádrátt.
Tað var á sumri 2010, at gamli Eik Banki fór á heysin og Fíggjarligum Støðufesti varð álagt sambært lóg at bjarga føroysku kundunum burturúr tí, sum kundi endað verri enn tað gjørdi. Fíggjarligt Støðufesti yvirtók bankan og hálvan oktober 2010 varð ein nýggjur banki stovnaður við heitinum Eik Banki Føroyar. Fíggjarligt Støðufesti átti 100 prosent í nýggja bankanum fram til apríl 2011, tá ið TF Holding keypti 70 prosent av bankanum.
Tá Fíggjarligt Støðufesti yvirtók kollsilgda bankan varð ogn og skuld ikki gjørt upp, tí tað var snøgt sagt ikki áhugavert - Fíggjarligt Støðufesti skuldi undir øllum umstøðum yvirtaka bankan. Síðani stovnaði Fíggjarligt Støðufesti eitt nýtt felag og flutti alt bankavirksemi í nýggja felagið. Og tá var gjørt eitt skattaskjal. Í skjattaskjalinum stóð, at einki tap frá gamla bankanum kann trekkjast frá í nýggja bankanum. Nýggi bankin byrjaði við 1.486 milliónum í eginogn, hóast Fíggjarligt Støðufesti spýtti 2.000 milliónir í bankanum at byrja við - við teirru skrivligu treyt, at tapið hjá bankanum skuldi dragast frá teimum 2.000 milliónunum, tá ið grannskoðarar vóru lidnir við at gera ognir og skuld hjá kollsilgda bankanum upp.
Tað úrslitið bleiv 514 milliónir krónur og nýggi bankin byrjaði tí við 1.486 milliónum krónum, sambært Fíggjarligum Støðufesti og sambært rokniskapinum frá Eik banka frá tí tíðarskeiðnum. Men sambært nýggi eigaranum í Eik Banka og núverandi stjóranum - Súna Schwartz Jacobsen, varð nýggi bankin stovnaður við 2.000 milliónum, og tá hann fór til gongu misti hann 514 milliónir og tí eigur nýggi bankin rættin til frádráttin.
Sambært táverandi stjóra í Eik er hetta tó ikki rætt. Jørn Astrup Hansen sat sum stjóri í Eik banka í hesum tiðarskeiðnum fram til á vári 2011, og hann og Fíggjarligt Støðufesti eru á einum máli um, at tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur rætt til hasar 514 milliónirnar.
Niðurstøðan í hesum skattamálinum er ikki bara nakað, sum viðkemur leiðsluni í Eik. Tí lat okkum siga, at Eik fær viðhald frá Taks og eigur hasar 514 milliónirnar og harvið góðar 90 milliónir í skattafrádrátti. So merkir tað, at Fíggjarligt Støðufesti hevur gjørt eitt stórt mistak, sum krevur rættingar. Tí ein og sama upphædd kann ikki dragast frá í skatti tvær ferðir. Samstundis skal rættarmálið móti fyrrverandi leiðsluni í Eik rættast, um so er, at Taks gevur nýggja Eik viðhald í skattamálinum, tí sum nú er, eru hasar 514 milliónirnar partur av rættarmálinum móti fyrrverandi nevnd og leiðslu í kollsilgda Eik Banka.
Lat okkum so hinvegin siga, at nýggi Eik ikki fekk viðhald í skattamálinum. Hvat merkir tað so?
Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks hevur áður sagt við miðlarnar í hesari tilgongdini, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum umvegis fjølmiðlarnar. Sambært keldum hjá Miðlahúsinum hevur nýggi Eik tilvitað roynt at hildið ávísum upplýsingum aftur frá Taks.
Men um so er, at Taks er komið til tað niðurstøðuna, at nýggi upplýsingarnir gera, at Eik ikki fær viðhald kortini, er talan so um ósketni frá Eik? Verður niðurstøðan bara rættað ella er ein bót, sum fylgir við?
Hevur dóttirfelagið hjá ein av Føroya sterkastu fíggjarsamtøkum av ósketni givið skeivar upplýsingar til Taks? Av grovum ósektni? Púra tilvitað? Er ein bót í so fall nóg mikið ella er málið farið til ákæruvaldið?
Hevur Eik rætt í øllum tey hava gjørt, og skal Fíggjarligt Støðufesti tí fáa smekk fyri teirra mistøk? Skal rættarmálið móti nevnd og leiðslu í gamla Eik rættast?
Vit vita ikki. Og stendur tað til skattamyndugleikarnar, so fáa vit ikki niðurstøðuna at vita.