Tað er ikki rætt, at Spekt og Taks eru samd um, at undirbalansan hjá Eik Banka skuldi viðgerast sum goodwill. Tað stendur at lesa undir "tíðindir" á heimasíðuni hjá Taks.
Tí týsdagin legði Taks eina rættleiðing út á heimasíðuna, har Taks nágreinar viðmerkingarnar hjá stovninum, til frágreiðingina hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra.
Bárður Larsen varð settur at kannað Eik máli til fulnar, og niðurstøðan hjá bráðfeingisstjóranum kemur við lemjandi atfinningum av Taks sum stovni. Nevnast kann millum annað, at Bárður Larsen heldur niðurstøðuna hjá skattavaldinum bera brá av fiktión og verða ein "konstrueraður veruleiki".
Í sambandi við kanningina hjá Bárði Larsen hevur Taks fingið høvi at greiða frá sínum sjónarmiðið. Har ímillum hevur Taks víst á, at teirra niðurstøða samsvarar við úttalilsi hjá Spekt, sum tá vóru grannskoðarar hjá Eik. Men hetta vil Spekt ikki hava sitandi á sær. Tí er nú ein rættleiðing komin, har Eyðun Mørkøre vegna Taks vísir á, at tað ikki er rætt, sum Taks upprunaliga hevur sagt, men at Spekt tvørturímóti heldur, at tað er skeivt at viðgerða frádráttin sum goodwill.
Og tað var júst grannskoðarafyritøkan Spekt, sum spældi ein týðandi leiklut um ársskifti 2015/2016, tá ið skattamálið hjá Eik endaði til enn eina viðgerð hjá skattavaldinum. Tí Spekt noktaði at skriva undir roknskapin hjá Eik uttan átekning, tí Spekt tók ikki undir við, at tær 90 milliónirnar skuldu bókast sum goodwill yvir 10 ár.
Tað var millum annað hendan støðutakanin hjá Spekt, sum leiddi til, at málið endaði aftur á borðinum hjá skattavaldinum. Og í frágreiðingini hjá Bárði Larsen sæst, at Finnbjørn Zachariassen, stjóri í Spekt, longu tann 25. februar í 2016 greiddi skattavaldinum frá, at hann var ósamdur við Eik banka og Taks í, at Eik í heila tikið átti rætt til frádráttin.