“Eik banki – skjøl sum manglaðu”. Tað er heitið á einum skjalið í skjalayvirlitinum hjá Taks í samband við skattamálið hjá Eik. Hesin telduposturin er sendur sama dag, sum Vikuskiftis Sosialurin við drúgvari viðgerð lýsti skattamálið hjá Eik.
Kringvarpið hevur í vikuni fingið innlit í skjalayvirlitið frá 2016 hjá Taks í samband við skattamálið.
Har eru 18 punkt á skalayvirlitinum og serstakliga tað, sum sent er til skattamyndugleikarnar 14. apríl í ár, vekir ans.
Tí tað var júst 14. apríl, at Vikuskiftis Sosialurin skrivaði stórt tema um skattamálið hjá Eik, eftir at Sosialurin hevði fingið áður loynilig skjøl og samrøður við dulnevndar keldur tætt at bankanum. Tað kann lesast í blaðnum frá 14. apríl.
Hendan sama dagin fær Taks ein teldupost frá Eik Banka. Telduposturin ber heitið “SV:Skriv frá TAKS 589306 P/F Eik Banki – skjøl sum manglaðu 07/04-2016”.
Eik Banki hevur kært Sosialin til Fjølamiðlakærunevndina og tað sama ger seg galdandi fyri Kringvarpið. Sosialurin er kærdur fyri grein við heitinum “Skattamálið – her haltar argumentatiónin”, meðan Kringvarpið er kært fyri sendingina um skattamálið.
Í kæruni um Kringvarpið skrivar Eik Banki, at eingin heimild var fyri at siga, at lyklaupplýsingar ikki vórðu sendir til Taks, tá ið Eik Banki fyrstu ferð vendi sær til skattamyndugleikarnar viðvíkjandi skattamálinum. Tað kann tó undra, at hetta verður skrivað í kæruni, tí á sjálvum teldupostinum til Taks í apríl 2016 er heitið “skjøl sum manglaðu”.
Miðlahúsið og Kringvarpið fara at svara Fjølmiðlakærunevndini í næstum, og so verður ein endalig niðurstøða funnin á kæruni.
Tað mest áhugaverda í málinum er tó tann niðurstøðan, sum skattamyndugleikin kemur til. Taks segði herfyri við miðlarnar, at ein niðurstøða nærkast og at eitt ætlanarskriv í næstum verður sent til Eik Banka.