Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri í Taks, er nú liðugur við at kanna skattamálið hjá Eik, og í hesum sambandi hevur Taks hevur nógvar atfinningar. Bárður Larsen skrivar soleiðis.
Hetta er beinleiðis úr frágreiðingini hjá Bárði Larsen:
"Viðgerðin hjá TAKS fram móti fyrru avgerðini 30. Juni 2015 er merkt av fyrisitingarrættarligum manglum. Skjalasavnið á TAKS hevur lítið av innihaldi, sum kann siga nakað um málsviðgerðina fram móti fyrru avgerðini. Notatskyldan sær ikki út til at vera røkt nóg væl, og ivi kann eisini vera um, hvussu væl málið er upplýst og viðgjørt.
Frá 14. mai 2014, tá Eik seinast sendi skriv til TAKS viðvíkjandi fyrru avgerðini, er ongin aktivitetur í málinum fram til 22. juni 2015, har TAKS sendir ætlanarskriv um fyrru avgerðina. Í slíkum truplum máli kundi væntast, at samskift varð við innanhýsis ella við uttanhýsis serkøn í drúgvari tilgongd fram móti, at málið búnaðist til støðutakan. Tað er ikki støðan, tí ongin aktivitetur er fram til, at ætlanarskriv verður sent út á sumri 2015 góðar 13 mánaðir eftir, at partarnir seinast høvdu skrivligt samband.
Tøgnin í skjalasavninum gevur ábending um, at TAKS ikki hevur røkt sína upplýsingarskyldu nóg væl. Fatanin av vantandi upplýsing verður stuðlað av mótsetninginum millum hesa fyrru fasuna og samskiftið í málinum í seinni fasuni; t.e. frá tí at málið verður tikið upp aftur í februar 2016 fram til februar í 2017, tá endalig avgerð verður tikin.
Avgerandi upplýsingar tykjast ikki hava staðið greitt fyri TAKS fram til fyrru avgerðina í juni 2015. Her verður hugsað um upplýsingar um fortreytirnar fyri avhendanini av gamla Eik til nýggja Eik (t.e. dóttirfelagið hjá Fíggjarligum Støðufesti kallaður Eik Banki Føroya P/F), treytað 30. september 2010 og endaligt 14. oktober 2010, so sum munir á fyribils og endaligum yvirtøkujavna og spurningurin, hvørt handilin var millum heftar ella óheftar partar.
Hetta er greiða myndin, ein fær við at samanbera innihald og grundgevingar í fyrra ætlanarskrivinum dagfest 22. juni 2015 og fyrra avgerðarskrivinum 30. juni 2015 við seinna ætlanarskrivið 15. september 2016 og seinna avgerðarskrivið 3. februar 2017 – og samskiftið og aktivitetin fram til seinnu avgerðina.
Eisini hevur hetta málið víst, at tað innanhýsis á stovninum TAKS ikki í nøktandi mun hevur hevur verið ein fatan av, hvussu farast skal fram í truplum málum. Vantandi felags fatan tykist vera um, hvussu langt upp í hierarkiið stór og/ella trupul mál eiga at fara, eins og tað vantar ein fatan av, at prinsipiel støða má takast til, hvørjir málsviðgerðar verða settir at viðgera málini, og um hjálp skal keypast til málsviðgerðina uttanhýsis osfr. Væntast kann ikki, at stjórin er langt inni í málsviðgerðini í slíkum málum, men stjórin eigur kortini at vera við í prinsipiellu støðutakanini til, hvussu serliga stór og prinsipiel mál skulu handfarast.
Frá tí at málið vaknar aftur í februar 2016 fram til, at endalig avgerð fyriliggur 3. februar 2017, er ikki nógv at finnast at av fyrisitingarrættarligum og -prosessuellum slagi. Málið tykist vera undirlagt eina neyva og kontinuerliga viðgerð fram móti endaligu avgerðini. Onkur heldur long tíðarskeið eru, so sum millum ætlanarskrivið 15. september og endaliga broytingarskrivið 3. februar 2017, men hetta hevur sína orsøk í, at TAKS lurtaði eftir og viðgjørdi tey supplerandi sjónarmið, sum Eik legði fram hetta tíðarskeið, m.a. skrivið frá ráðgevum teirra frá felagnum Deloitte.
Hóast ikki nógv er at finnast at prosessuelt og í mun til gjølliga málsviðgerð í seinnu fasuni, so kemur niðurstøðan hjá TAKS 3. februar 2017 heldur óvart á. Niðurstøðan er, at tað var rætt at viðgera málið sum mál um skattafrádrátt fyri good-will, men at good-willið skuldi setast til 0 kr, og tískil var ongin skattafrádráttur. Í mun til good-will sum hugtak – eitt meirvirði sum tann parturin av keypsprísi, ið fer upp um virðið á nettoaktivunum – gevur hetta ikki so góða meining, og spurningurin er, um niðurstøðan ikki heldur skuldi verið, at onki good-will var upprunaliga, og at avgerðin 30. juni 2015 tí var skeiv, bleiv afturtikin og nýggj avgerð sett í staðin.
Í mínum samskifti við TAKS eri eg komin eitt sindur nærri eini frágreiðing um hendan partin. Niðurstøðan um good-will á 0 kr er úrslit av eini roynd hjá TAKS at konstruera málið so, at tað var lutfalsliga lætt at rætta mistakið 30. juni 2015. TAKS fataði málið so, at bleiv avgerðin 30. juni 2015 afturkallað ella ógildað, so vildi 4 ára í freistin í § 25a í lógini um toll- og skattafyrisiting at rætta sjálvuppgávuna hjá Eik aftur til 2011 verið farin, og so hevði TAKS verið noytt at grundgivið uppafturtøku við at vísa til § 25b í somu lóg, ið er truplari at grundgeva fyri. Hinvegin, um avgerðin frá 30. juni 2015 varð standandi, so metti TAKS, at nýggj 4 ára freist kundi roknast frá 30. juni 2015 av. Tískil konstrueraði TAKS málið so, at upprunaliga avgerðin frá 30. juni 2015 varð ikki ógildað, men at hon einans bleiv rættað í mun til ta uppgerð av good-will, ið Eik fráboðaði 29. juni 2015 – sum TAKS sigur seg ongantíð hava góðkent – tá henda sum sagt varð sett til virði 0 kr tann 3. februar 2017.
Talan er um eina eitt sindur tilgjørda konstruktión, ið tað er lítið av veruleika aftanfyri. Sum víst á omanfyri, so var avgerðin 30. juni 2015 tikin á ónøktandi grundarlagi, og tískil svíkir ein fortreyt (eitt garanti) fyri, at avgerðin í heila tikið var gildug. At grundgevingin fyri at fara út um 4 ára freistina í § 25a í lóg um toll- og skattafyrisiting so mátti finnast í § 25b kann ikki broyta hetta. Kortini metir undirritaði ikki, at tað er nøkur orsøk til at forfylgja hesum spurninginum longur, tí so leingi avgerðin 3. februar 2017 verður standandi, hevur rætta tulkingin av seinnu avgerðini ikki stóran praktiskan týdning"