Skattamálið: Fútin tekur støðu komandi vikurnar

Enn hevur fútin ikki tikið støðu til, um ákæra skal reisast móti Betri Banka í skattamálinum.

Tá niðurstøðan í kanningini hjá Bárði Larsen, fyribilsstjóra í TAKS, varð almannakunngjørd í juli, varð eisini greitt, at TAKS hevði meldað Betri banka til fútan fyri ikki at hava latið tollvaldinum fullfíggjaðar og nøktandi upplýsingar í samband við fyrru viðgerðina av málinum um skattafrádrátt.

 

Bárður Larsen, fyribilsstjóri, metti tað vera sannlíkt, at leiðsla bankans helt upplýsingum aftur fyri TAKS, sum høvdu verið avgerandi fyri viðgerðina av skattamálinum.

 

Í løtuni liggur málið tí hjá fútanum. John Kølbæk, fúti, sigur við in.fo, at hann framvegis ikki hevur tikið støðu til, um ákæra skal reisast ella ikki, men væntar, at ein avgerð verður tikin komandi mánaðin.

 

Í kanningararbeiðinum hevur John Kølbæk heitt á sonevnda bakmannspolitiið at hjálpa føroysku løgregluni. Upprunaliga tilfarið, sum bleiv latið løgregluni, fevndi um fimm ringbind, men løgreglan hevur eisini biðið TAKS um fleiri upplýsingar í málinum.

 

Um so er, at ákæruvaldið ikki metir grundarlag vera fyri at fara rættarvegin við málinum, so endar tað har. Metir ákæruvaldið hinvegin, at málið skal roynast í rættinum, so eru nøkur møgulig útfall.

 

 

Eitt er sjálvandi, at Betri Banki verður fríkendur av dómsvaldinum. Hin møguleikin er, sambært rundskrivið nr. 7 frá 10. november í 1998, at tað verður býtt í ein av tveimum pørtum. 

 

 

Um so er, at Betri Banki verður dømdur at hava framt lógarbrot av grovum ósketni, verður bótin 1 X upphæddina, sum ikki er komin til skattingar. Tað er áleið 90 milliónir krónur. 

 

 

Verður Betri Banki dømdur harðastu revsing, sum er at hava framt lógarbrot við vilja, so er bótin 2 X upphæddina, sum ikki er komin til skattingar. Tað er so áleið 180 milliónir krónur.