Skattamálið: Føroyar ein bananrepublikk

- Fíggjarliga er Eik banki ikki tyngjandi fyri føroyska samfelagið. Men leiðslan er, sigur Jens Christian Hansen, viðmerkjari hjá Berlingske Business.

Skattamálið hjá Eik banka hevur vakt áhuga uttanfyri landoddarnar. Í morgun hevur Jens Christian Hansen, vinnulívsviðmerkjari hjá Berlingske Business, við millum annað einari Cavling virðisløn í lummanum, sett orð á skattamálið.

 

 

- Eik banki er ein lítil banki í Føroyum, sum varð bjargaður í gjøgnum bankakreppuna við pengum frá danska Fíggjarligum Støðufesti. Bankin er í dag ein sunnur banki, so tað er ikki fíggjarliga, at tað tyngir. Men leiðslan tyngir – upp á tað ringa mátan. Bankin hevur tapt eina skattasak, men heldur enn at viðurkenna niðurlagið, roynir leiðslan í bankanum heldur at snara kritikkinum frá sær sjálvum og til tann mannin, sum varpaði ljós á, at bankin ikki rætt til ein skattafrádrátt á 90 milliónir, skrivar Jens Christian Hansen.

 

 

Hann vísir á, at føroyski skattgjaldarin var á gáttini til at missa 90 milliónir, og nú tað er staðfest, at bankin ikki hevur rætt til tað, er leiðslan farin í álop.

 

 

- Bankin er í vanda fyri at fáa eitt enn størri niðurlag og fáa stórar partar av føroyska fólkinum í móti sær, skrivar viðmerkjarin.

 

 

- Júst hvat tað er, sum Jørn Astrup skal hava gjørt seg sekan í – fyri uttan tað, at føroyski skattgjaldarin slapp undan einari rokning á 90 milliónir – er óvist. Løgfrøðiligir serfrøðingar í Danmark og í Føroyum rista við høvdinum, sigur Jens Christian Hansen og at enda vísir hann á, at heldur enn at roynt at fingið Astrup í fongsul, átti Eik at reist eina bringumynd av gamla stjóranum.

 

 

Í farnu viku ljóðaði, at Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik, lat upp fyri møguleikanum um, at sakin móti Astrup verður slept. 

 

 

 

Les alla greinina her: Færøerne på vej mod bananstatsmetoder