Í kvøld hevur Eik banki sent miðlunum eitt tíðindaskriv, har niðurstøðan frá Taks í skattamálinum verður fráboðað.
Sagt verður, at Taks er komið til tað niðurstøðu, at talan er um goodwill, men at virðið er 0 krónur.
Eik skrivar í tíðindabrævinum soleiðis:
- Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla Eik Banka, hevur TAKS staðfest, at talan er um eitt skattligt goodwill fyri nýggja Eik Banka. TAKS hevur tó virðisásett henda skattafrádrátt til 0 kr. Eik Banki er ikki samdur í virðisásetingini
- Niðurstøðan er fyri tað fyrsta ein staðfesting av, at talan er um skattligt goodwill fyri nýggja bankan, og í øðrum lagi, at TAKS og Eik Banki eru fakliga ósamd um metingina av støddini á frádráttinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka í tíðindabrævinum.
Eik Banki sigur í tíðindabrævinum víðari, at í grundgeving síni sigur TAKS, at talan er um avhending pr. 1. oktober 2010 millum heftar partar og hevur út frá hesum gjørt sína egnu meting av virðinum á goodwill. TAKS metir, at søluprísurin fyri 70% av partabrøvunum á vári 2011 frá Finansiel Stabilitet til TF Holding er besta boðið upp á útgangsstøði og hevur tað við sær, at skattliga goodwill má metast at hava eitt virði á 0 kr. Hesum er Eik Banki ikki samdur í, tí um so er, at talan er um heftar partar, eigur virðisásetingin hjá PwC at verða løgd til grund fyri virðisásetingini.
Eik Banki tekur tó avgerðina hjá TAKS til eftirtektar, skrivar bankin.