FÍGGJARLÓGIN
Játtanin til fiskivinnuna á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 er 174,5 mió. Hetta er á leið tað sama sum í 2002. Afturat teimum 174,5 milliónunum hevur fiskivinnan fingið tvær milliónir til íløgur í 2003. Tað er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og hansara Fiskimálaráð, sum skulu umsita hesar pengar. Fiskimálaráðið hevur fingið játtan til tær meirútreiðslur í sambandi við prísvøkstur og øktar lønarútreiðslur, sum allar eru lógarbundnar.
?Eg haldi, at tað er í lagi, at vit liggja á stórt sæð somu játtan sum í ár. Tað eiga vit og skulu vit klára, sigur Jørgen Niclasen.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at teir internt í Fiskimálaráðnum hava
?Eg kundi hugsað mær, at vit hildu fastari við útreiðslurnar, og ikki hækkaðu útreiðslunar, sum mann hevur gjørt í hesum fíggjarlógaruppskotinum, sigur Jørgen Niclasen.
Skattalættin
Jørgen Niclasen ger heilt greitt, at fyri hann og Fólkaflokkinum er skattalættin ein treyt. Ætlaði skattalættin byggir á eina undirskrivaða avtalu í samgonguni, og hetta slepst ikki uttanum, sigur Jørgen. Á nýggjárinum skal ætlaði skattalætinn byrja at virka.
?Skattalættin fer at merkja 115 mió. kr fyri landskassan yvir tvey ár. Barnafrádrátturin skal hækkast og fyri øll skal skattastigið lækkast.
?Tað skal ein skattalætti til fyri, at eg skal geva mítt samtykki til fíggjarlógina. Talan er um eina undirskrivaða avtalu millum flokkarnar, og vit hava fingið at vita ferð eftir ferð frá Karsten Hansen, at skattaalættin er innroknaður í inntøkurnar í fíggjarlógini , sigur Jørgen Niclasen.
Hjá Jørgen og Fólkaflokkinum kundi tað ikki verið meiri einfalt ? skattalættin skal koma 1. januar 2003, og tað er ein ófrávíkilig treyt.