Lønarsamráðingar
Starvsmannafelagið heldur fast við, at tað fer ikki at ávirka lønarkrøvini í samráðingunum í heyst, at skatturin verður lækkaður.
Orðinifrá Landsstýrismanninum í fíggjarmálum í Sosialinum í farnu viku um, at hann ivaðist ikki í, at skattalættin, sum ætlanin er seta í verk, fer at føra við sær, at lønarkrøvini fara at verða eitt sindur linari, enn tey annars høvdu verðið.
Men formaðurin í Starvsmannafelagnum endurtekur einaferð enn, at skattalættin fær onga sum helst ávirkan á lønarkrøvini.
?Eg taki skattalættan sum eitt tekin um, at Løgtingið hevur tikið ov nógv inn frá borgarunum og einki annað. Og tað er sjálvsagt kærkomið at fáa ein skattalætta.
?Men tað er ein spurningur um at blanda ymisk viðurskifti saman.
? Lønarsamráðingar hava onki við skattapolitikk at gera. Lønarsamráðingar snúgva seg um at fáa rættvísa løn fyri arbeiðið og onki annað.
Tí fer skattalættin ikki at ávirka lønarsamráðingarnar.
Annars er formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki heilt vísur í, at skattalættin fer at geva so nógv, sum útrokningarnar hjá fíggjarmálaráðnum vísa, tí tað eru ymsar meiningar um tað.
Hann sigur, at hann fer ikki at gera viðmerkingar til tað, fyrrenn Starvsmannafelagnið hevur gjørt sínar egnu útrokningar.
Gongdin er móti brúkaragjøldum
Karsten Hansen er heldur ikki samdur í tí, sum fakfeløgini føra fram um, at brúkaragjøldini, sum eru sett í gildi, fara kanska at føra til enn størri lønarkrøv, tí hann heldur, at tað eru ongi brúkaragjøld sett í gildið uttan at sjónvarpsgjald og ferðaseðlaprísir eru hækkaðir, umframt okkurt annað- men at tað er ein avleiðing av, at lønirnar eru hækkaðar.
?Vit vita, at nøkur brúkaragjøld eru hækka. Men vit vita eisini, at politiski boðskapurin er, at fleiri og fleiri øki skulu privatiserast og tað fer at føra við sær fleiri brúkaragjøld. Tað er ein politiskur veruleiki, sum ikki ber til at burturforklárast.
Hetta fer at føra til, at gjøld, sum vit øll hava verið felags um umvegis skattin, nú skulu leggjast á hvønn einstakan av okkum.