Skattainntøkan størri enn í fjør

Fyrra hálvár var landsskatturin 4,75 prosent størri enn í 2009, og kommunuskatturin var 5,72 prosent størri. Um mett verður út frá samlaðu skattainntøkuni, so gongur tað betri í Føroyum nú, enn tað gjørdi í fjør.

Skattaliga var juni mánaður rættuliga góður.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár var landsskatturin 4,75 prosent størri enn í fjør, og kommunuskatturin var 5,72 prosent størri.

Fyrra hálvár í ár var landsskatturin 728.279.130 krónur. Í fjør var hann 695.256.942 krónur. Tað vil siga, at meirinntøkan í landsskatti fyrra hálvár í ár var 33.022.188 krónur.

Fyrra hálvár í ár var samlaði kommunuskatturin 679.697.720 krónur. Í fjør var hann 642.924.099 krónur. Tað vil siga, at meirinntøkan í kommunuskatti fyrra hálvár í ár var 36.773.621.

Framgongdin í skatti var í juni mánað størri enn miðaltølini fyri fyrra hálvár.

Landsskatturin í juni mánað var 10,11 prosent størri enn í juni í fjør, og kommunuskatturin í juni var 6,87 prosent størri enn í fjør.

Landsskatturin í juni í ár var 127.914.414 krónur ella 11.747.884 krónur meiri enn í fjør (116.166.530), og kommunuskatturin í juni í ár var 118.839.750 krónur ella 7.641.699 krónur meiri enn í fjør (111.198.051).