Avtalur eru nú undirskrivaðar við Jersey og Guernsey um útflýgging av skattaupplýsingum og um dupultskatting Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, undirskrivaði avtalurnar fyrrapartin saman við hinum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrunum á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki.
Fíggjarmálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at avtalurnar merkja, at føroysku skattamyndugleikarnir kunnu fáa skattligar upplýsingar frá Jersey og Guernsey. Samstundis verða dupultskattaavtalur gjørdar við báðar oyggjarnar í Ermasundi.
Avtalurnar eru ein liður í eini OECD-verkæltan, sum skal koma altjóða skattaundandrátti í sonevndu skattaparadísunum til lívs. Miðað verður eftir at gera avtalur við í alt 33 skattaparadís kring allan heim. Fyri einum ári síðani var avtala undirskrivað við Isle of Man.
Verkætlanin viðvirkar til at styrkja altjóða støðuna hjá Norðurlondum á skattaøkinum. OECD hevur víst á verkætlanina sum eina fyrimynd fyri, hvussu OECD-lond kunnu samstarva í altjóða skattaspurningum. Fyri at gera arbeiðið mótvegis skattaparadísunum bíligar og effektivari, verða avtalurnar samskipaðar umvegis Norðurlendska Ráðharraráðið. Men sjálvar avtalurnar eru undirskrivaðar millum tey einstøku londini og oyggjarnar, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.