Skat meldar Skat til politiið

Upplýsingar sum 21Søndag vísti í gjarkvøldið, hevur nú fingið Skat til at melda Skat til politiið.

Skat hevur biðið politiið kanna, um upplýsingarnar í einum innslagi hjá DR1 komu frá Skat og av órøttum givin til journalistar.

Tað hendir eftir at 21Søndag avdúkaði, at Skat krevur 5,5 milliardir í eyka partafelagsskatti frá Novo Nordisk.

Upplýsingarnar í innslagnum stava frá duldum skattapappírum, sum DR hevur fingið fatur á.

- Tá tað, at bróta tagnarskylduna, er ein revsiverd gerð, hevur Skat í dag meldað málið til politiið, og vit geva sjálvandi teir upplýsigar, ið hava týdning fyri politiið, sigur stjórin fyri Skat, Jesper Rønnow Simonsen, í einum tíðindaskrivi.

Starvsfólk hjá Skat hava tagnarskyldu um persóns- ella fyritøkurs skattaviðurskifti.

- Soleiðis sum málið var framsett í 21Søndag í gjár vísir týðiliga, hví tað er so týdningarmikið, at tað er duldsemi millum fyritøkur og Skat, sigur Jesper Rønnow Simonsen.

Hann upplýsir í tíðindaskrivinum, at Skat hvørki vil vátta ella avsanna upplýsingarnar í nevndu søk.

21Søndag hevur loynilig skjøl um skattamálið sum vísa, at Skat er í holt við at geva Novo Nordisk ein yvir nevið grundað á sveisisku dóttirfeløgini.

Heilivágsrisin hevur forvunnið meiri enn 22 milliardir meira, enn Novo Nordisk sjálvt hevur givið upp, metir Skat.

Harvið er danski statskassin 5,5 milliardir slunknari orsakað av Novo Nordisk sveisisku skattamingulerigum. Teir pengarnar krevur Skat nú frá Novo Nordisk, framgongur av loyniligu dokumentunum.