Skarprættararnir bíða eftir málunum

Føroyar leggja fyri við tveimum í fremstu røð, sum higartil ikki hava skorað á landsliðnum

Tað verður, sum Lars Olsen hevur givið ábendingar um. Føroyar leggja fyri við tveimum í fremstu røð og í 4-4-2 uppstilling ímóti Sveis á Tórsvølli, har fyrsta bríkslið verður klokkan 19.45.

 

Tað verður eisini, sum tað hevur verið gitt, at tað vera Finnur Justinussen úr Fremad Amager í næstbestu donsku deildini og toppskjúttin í føroysku kappingini, Klæmint A. Olsen úr NSÍ, sum frá byrjan fara at røkja tvær tær fremstu ódnirnar.

Felags fyri hesar báðar er, at teir hava skorað eina rúgvu av málum, og at teir ikki enn hava skorað á landsliðnum.

 

Klæmint A. Olsen hevur spælt átta landsdystir, og enn bíðar fyrsta málið á landsliðnum.

Finnur Justinussen hevur spælt tríggjar landsdystir, og heldur ikki hann hevur skorað á landsliðnum.