Skapari av bannaðum filmi er deyður

William Peter Blatty er deyður 89 ár gamal. Navnið sigur neyvan øllum tað stóra, men ein filmur, sum bygdi á hansara søgu, telist millum kendstu filmar í filmssøguni.

William Peter Blatty skrivaði nevniliga bókina og handritið The Excorcist. Filmurin snýr seg um eina gentu, sum er helsett av illum anda, og tí verður ein prestur boðsendur at reka illa andan úr gentuni.

Bókin var í heilar 17 vikur ovast á bókahitlistanum hjá New York Times, og filmurin gjørdist eisini eitt risahitt, hóast hann var sera umstríddur  - millum annað her í Føroyum, her hann ikki slapp ígjøgnum eftirlitið og var bannaður í nógv ár.

William Peter Blatty arbeiddi sum eitt nú lastbilaførari og hjálarfólk hjá einum flogfelagi, áðrenn hann í 1950’unum fór at skriva meira. Umframt bókina The Excorcist skrivaði Blatty eisini bøkru sum The Redemption og The Ninth Configuration.

The Guardian skrivar, at William Peter Blatty var sjúkur av krabbabeini og doyði á einum sjúkrahúsi í Maryland í USA.