Skapar klandur ímillum fólk á bygd og í Havn

Samgongan setir havnarfólk og bygdarfólk upp ímóti hvørjum øðrum

Hetta fer at skapa størri illvilja hjá bygdarfólki ímóti havnarfólki.

 

Bill Justinussen, tingmaður, mælir staðiliga Løgtinginum frá, at samtykkja uppskotið frá samgonguni um at hækka avgjaldið á bensini og diesel.

 

Hann vísir á, at nógvar almennar tænastur eru lagdar í Havn, og hann heldur eisini, at tað er púra natúrligt, at vit savnast um ein høvuðstað.

 

Hann sipar til allar almennu stovnarnar, sum eru í Havn. Men hann sipar eisini til Landsjúkrahúsið, og læknavaktina, har fólk av øllum meginlandinum mugu koyra til Havnar, hava tey bráðneyðugan tørv á læknahjálp eftir klokkan 16 um dagin.

 

- Vit hava eisini lagt Norðurlandahúsð, Tjóðpallin og Fróðskaparsetrið í Havn, leggur hann afturat.

 

- Hetta eru alt tilboð og tænastur til allar føroyingar, og tí er tað øvugt mannagongd at gera tað dýrari hjá bygdafólki at brúka hesar tænastur, og hesi tilboð.

 

Hann sigur, at hjá bygdafólki er longu ein illviljifarin at merkjast ímóti Havnini.

 

Í hesum sambandi vísir hann á, at borgarstjórin í Havn farin at tosa um, at bygdafólk, sum koyra til Havnar við píkadekkum, skulu noyðast at parkera í Gundadali, tí koyring við píkadekkum skal dálka havnina so illa, og slíta vegirnar so illa.

 

- Fyri ikki at seta høvuðsstaðin enn meiri upp ímóti bygdunum, má tað ikki verða dýrari hjá bygdafólki at fara til Havnar.

 

- At gera tað dýrari hjá bygdarfólki at koyra til Havnar, fer at skapa split ímillum høvuðstaðin og Havnina.

 

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sær tvørtur ímóti hetta sum eina roynd at varðveita eina fjølbroytta búseting tí tey, sum koyra langt, fáa hægri koyrifrádrátt, samstundis sum avgjaldi í bensini og diesel, hækkar.

 

- Ein túrur úr Runavík til Havnar fer nú at kosta tríggjar krónur meiri at koyra, og tað er onki at rópa upp um, heldur Annita á Fríðriksmørk.

 

Hon vísir eisini á, at skattalættin, lág- og miðalinntøkur fáa á nýggjárinum, er nógv størri enn avgjaldið á brennievni. 

 

Ein annar tinglimur fyri Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen, ásannar, at avgjaldið á bensin og diesel rakar ójavnt.

 

- Men hann vísir á, at ætlanin er eisini at hækka tinglýsingargjaldið, og tað rakar Havnina nógv harðari enn bygdafólk, tí tað er ein prosentpartur av virðinum á eini ogn, og tað virðið er nógv størri í Havn, enn aðrastaðni.