- Skapar kaos í ferðsluni um fjørðin

- Hví siglir Teistin við hálvari ferð?


Tað er spurningurin, ið Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu reisir í lesarabrævi í dag. Borgarstjórin vil nevniliga vera við, at Teistin ikki siglir so skjótt, ið hann plagar.


- Seinastu tíðina hevur Teistin tó meiri at kalla slóðað um fjørðin. Túrurin sum vanliga tekur 25 minuttir kann nú lættliga taka 40 minuttir. Eftirhondini er tað líka leingi at sigla yvir á Gomlurætt, sum tað varð at sigla við Rituni um Kirkjubønes til Havnar.


Hetta er sambært borgarstjóranum alt annað enn nøktandi, og vísir hann á, at skipið hevur trupult við at halda ferðaætlanina.


- Hetta skapar kaos í ferðsluni um fjørðin, har Teistin sjálvdan klárar at halda ferðaætlanina, og seinkingar eru dagligdagkostur hjá pendlarum og vitjandi í Sandoynni.


Fyri at fáa greiðu á málinum spyr borgarstjórin tískil landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old, um nakað er í teimum leysasøgum, ið eru farnar at ganga um Teistan, harímillum:


- Passar tað at manningin á Teistanum hevur fingið strangar ordrar av Tvøroyri at spara olju, og tí ikki sleppa at sigla við neyðugu ferðini fyri at halda ferðaætlanina?


- Nær kunnu sandoyingar aftur vænta at Teistin siglir við nøktandi ferð?

 

Les svarið frá Strandferðsluni her á www.in.fo um ein hálvan tíma