Skansin atgongumerki eftir

Fjepparafelagið leitar eftir 100 fólkum at stuðla landsliðnum

Skansin, sum er fjepparafelagið hjá landsliðnum, hevur áleið hundrað atgongumerki eftir til landsdystin móti Ungarn, sum verður týskvøldið á Tórsvølli.

 

- Fyrireikingarnar ganga væl til dystin, og Skansin er sjálvandi klárur at stuðla upp um føroyska landsliðið. Tað er tó ikki heilt útselt enn, men vit vóna og vanta at siðsti atgongumerkini fara í vikuskiftinum, verður sagt úr Skansanum.

 

Skansin heldur til handan málið, har FSF húsast. Har verður rópt, sungið og hoppað allan dystin á tamb. Til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Skansanum.