Skansi Offshore fingið tillutað langtíðarsáttmálar við BP Norge og BG Norge
Skansi Offshore hevur gjørt avtalu við BP Norge um leigu av Saeborg til veiting, standby og NOFO uppgávur. Byrjað verður eftir ætlan í fyrsta ársfjórðingi 2013.
Skansi Offshore hevur somuleiðis gjørt avtalu við BG Norge um leigu av Torsborg til veiting, standby og NOFO uppgávur. Byrjað verður eftir ætlan í 2. ársfjórðingi 2013.
Sáttmálatíðarskeiðið fyri bæði skipini er 5 ár við møguleika fyri framhaldi í 5 ár.
Saeborg, sum er bygd á Havyard í 2011, og Torsborg, bygd á Havyard í 2012, eru av slagnum Havyard 832L.
- Hetta eru nógv teir størstu sáttmálarnir, sum Skansi higartil hevur gjørt. Vit eru sera væl nøgd við at hava fingið tillutað hesar sáttmálarnar og síggja fram til eitt samstarv í framtíðini við stóru olju- og gassfeløgini BP Norge og BG Norge, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.
Skansi Offshore eigur og rekur 4 nútímans frálandaskip, sum øll eru bygd í Noregi.










