Øskan dýr fyri Finnair

Øskan úr gosinum við Eyjafjallajøkul gjørdist dýr fyri finska flogfelagið Finnair. Felagið hevur júst kunngjørt roknskapin fyri annan ársfjórðing, og har sæst, at útreiðslurnar av íslendsku øskuni vóru 30 milliónir evrur.

Tað er eisini høvuðsorsøkin til, at Finnair hevði 38 milliónir evrur í halli í øðrum ársfjórðingi fyri skatt.

Kortini er forstjórin, Mika Vehviläinen, bjartskygdur. Hann sigur við finsku fjølmiðlarnar, at størri eftirspurningur og aðrir batar hava gjørt, at lønsemið hjá Finnair er komið aftur á beina kós.