Skammlop legði nærum alt landið lamið

Eitt skammlop í einari háspenningsmuffu á elverkinum í Vestmanna legði í gjáramorgunum nærum alt landið í streymloysi. Tað vóru bert Suðuroyggin og tær flestu av teimum smáu oyggjunum, ið sluppu undan

John Johannessen


- Tað er keðiligt, tá ið tílíkt hendir. Eitt tílíkt streymslit leggur jú samfelagið nærum lamið, men talan er um eitt hendiligt óhapp, ið vit ikki kunnu vara okkum fyri. Orsøkin var ikki væntandi røkjuskapur, sigur Steen J. Pedersen, deildarleiðari hjá SEV.

Steen J. Pedersen sigur, at tað bert var Suðuroyggin og nakrar av teimum smáu oyggjunum, ið sluppu undan steymslitinum, og er orsøkin til hetta er tann, at hesar oyggjar oyggjar eru sjálvveitandi við streymi.


1 tíma burtur

Óhappið á elverkinum í Vestmanna tíðliga í morgun hevði við sær, at streymurin var burturi í umleið ein tíma í meginøkinum. Hann fór áðrenn klokkan sjey og kom aftur áðrenn átta. Harafturímóti var steymurin burturi í Vágum í uml. 2 tímar. Hetta gjørdi, at virkini í Vágum ikki fingu arbeitt tann fyrsta tíman í morgun.

Á flogvøllinum órógvaði steymstlitið ikki tað stóra. Flogvøllurin hevur egið aggregat, ið veitir teimum mest neyðturvuligu tólunum steym. Sostatt vóru øll tól, ið nýtt vera í sambandi við flogferðslu til og frá flogvøllinum, virkin.


Heppið óhapp

Steen J. Pedersen sigur, at hann metir hetta sum eitt heppið óhapp. -Tað hevði jú gjørt støðuna nógv verri, um óhappið hendi á miðjum degi, tí so hevði tað ávirkað vinnuna í nógv størri mun enn tað gjørdi, sigur Stenn J. Pedersen.

Spurdur, um SEV hevur fingið nógvar klagur í sambandi við hetta steymslitið, svarar Steen J. Pedersen, at tað veit hann ikki. -Eg havi verið úti og roynt at fingið streymin í lagi aftur, so eg havi ikki havt tíð at sita við telefonina og taka ímóti klagum, sigur Steen J. Pedersen at enda.