Skammlop í Skálabotni legði landið myrkt

Streymurin fór um alt meginøkið nakað fyri klokkan hálvgum seks í kvøld, tá eitt skammlop var á koblingsstøðini í Skálabotni

Eirikur Norðberg hjá SEV greiðir frá, at tað gongur ein kaðal frá Sundsverkinum til koblingsstøðina í Runavík og víðari til koblingsstøðina í Skálabotni. Og hesa tíðina gongur nógvur streymur gjøgnum tann kápulin, tí at vatnverkini á Eiði liggja still. 

Hann greiðir frá, at har sum tann kápulin kemur inn í koblingsstøðina í Skálabotni kom ein feilur á, so tann kápulin kann ikki brúkast aftur, og tí eru vit eitt sindur undir trýsti, sigur hann.

Og tí fáa Norðoyggjar ikki streym tann vegin í løtuni og liggja framvegis myrkar. 

– Vit eru í ferð við at starta fleiri turbinur á Eiðisverkinum, so innan leingi, so skuldi full framleiðsla verið frá Eiðisverkinum. Og so kunnu vit forsýna allar Norðoyggjar aftur, sigur hann.

Spurdur, um hetta ikki var eitt av teimum teimum heilt drúgvu streymslitunum, sigur Eirikur Norðberg, at tað var ein óvanligur feilur, sum hendi í kvøld.

– Ofta er tað so, at tá ein feilur kemur oman á ein annan feil, so hendur slíkt, og hetta hevur verið eitt av teimum heilt keðiligu kvøldunum hjá SEV upp á tann mátan, sigur Eirikur Norðberg.

– Tá vit hava fingið fulla framleiðslu á Eiðisverkinum, so kunnu vit forsýna Norðoyggjar aftur, og so hava øll fingið streymin aftur, sigur hann

– Men heldur tað so, ella kunnu vit rokna við, at streymurin fer aftur?

– Vit fara alt fyri eitt at umvæla kaðalin millum Runavík og Skálabotn, men tað tekur eia løtu at gera tað, so fulla trygdin er ikki har, fyrr enn hesin skaðin er umvældur, sigur hann.

– Vit fara beinanvegin at hyggja uppá, hvat vit skulu brúka av tilfari, og so fara vit í holt við tað. Við háspenningsútgerð er tað bara so, at viðhvørt so gongur hon fyri, kanska slitið av veðri og vindi, tað hendir bara viðhvørt, tað er ringt at siga hví, sigur Eirikur Norðberg hjá SEV.

Hann sigur, at Norðoyggjar skuldu havt streymin aftur innan fyri hálvan tíma til trý korter.