Skamma teg Evropa, sigur Jonathan Motzfeldt í hvassorðaðum skrivi til ES Evropa er aftur í gongd við at fremja mentunardráp móti upprunafólki. Tað sigur Jonathan Motzfeldt í opnum brævi, har hann mælir til, at Grønland framvegis kann selja kópaskinn til ES, eisini mælir hann til størri stórhvalakvotu.
Brævið er sent til José Manuel Barroso forsetan í ES-nevndini, Hans-Gert Pøttering formann í Europapatinginum, tveir ES-tinglimir og eisini til danska forsætisráðharran og danska uttanríkisráðharran.
Jonathan Motzfeldt sigur beinleiðis, at ES arbeiðir við at taka avgerðir, hvørs endamál eru, at forkoma tí arktiska fólkinum at yvirliva upp á sín máta, har tey eta kóp, hval og fugl.
Eitt forboð móti innflutningi av kópaskinnum og bann fyri at veiða stórhval, kann samanberast við framgangsháttin, sum Evropa brúkti móti Suðuramerika fyri 400 árum síðan.
?Skamma teg Evropa?, er yvirskriftin á brævinum.
- Tað er tí, at eg vóni, at ES tá skilir boðskapin, og hvussu álvarsligt vit meta hetta mál. Eg haldi at Evropa nýtir sama framgangshátt, sum teir nýttu móti Suðuramerika fyri 400 árum síðan segði Jonathan Motzfeldt við KNR.