Klakvíkingurin, Andras Miðskarð, hevur á egnum forlagi givið út skaldsøguna, ?Bygdarmenning?.
- Skaldsøgan má sigast at vera realistisk og leggur upp til nýggjar avbjóðingar, um at satsa, tora og vilja, sigur høvundurin í tíðindaskrivi.
Skaldsøgan, ?Bygdarmenning?, er um unglingin, Tórhall, sum setir sær fyri at bjarga heimbygd síni undan at doyggja út.
Bygdin, Selnes, eins og aðrar bygdir í útjaðaranum, er merkt av at missa sítt besta fólk vegna vantandi arbeiði.
Tórhallur setir sær tí fyri - við Guds hjálp - at venda hesi skeivu gongd.
Tað eydnast Tórhalli saman við øðrum góðum kreftum at gera dreymarnar um burðardygga menning til veruleika. Hvussu hetta verður gjørt, lata vit lesaran sjálvan at finna útav.
Bókin, sum telur 115 blaðsíður, kostar kr. 200, er at fáa í øllum bókabúðum kring landið og hjá forlagnum.
Í tíðindaskrivinum verður sagt, at bert ein skaldsøga er útgivin í Norðoyggjum áður. Tað er skaldsøgan, ?Dælt er manni vitandi orð?, sum Óli Dahl, sáli, gav út í 1988.
Sosialurin ynskir Andrasi Miðskarð tillukku við avrikinum og góða eydnu framyvir.