Skálafólk fáa dagtilhald í staðin fyri sambýli

Skálafjarðarsamstarvið boðar í kvøld frá, at sambýlið á Skála ikki verður niðurlagt sum ætlað, men verður í staðin brúkt sum dagtilhald fyri minnisveik. Eftir ætlan skal dagtilhaldið lata upp 1. mai 2016.


Hvørs tað blíðkar fólk á Skála, ið hava stríðst fyri, at sambýlið ikki lat aftur, er ilt at siga. Tað var nevniliga eftir nógv mótmælir av Skála, at Runavíkar kommuna heitti á Skálafjarðarsamstarvið um at viðgera avgerðina at steingja sambýlið á Skála av nýggjum.


Samstarvið so gjørdi, og eftir tveir fundir er semja nú um, at sjálvur bygningurin skal brúkast.


- Ístaðin fyri at nýta húsini til sambýli, fara tey frameftir at hýsa einum nýggjum tilboð, ið stórur tørvur er á í økinum, sum samstarvið fevnir um. Húsið verður dagført til nýggja tilboðið, so skjótt verandi tilboð er flutt, og um 1. mai verður klárt at taka ímóti teimum, ið hava tørv á nýggja tilboðnum. Hesa avgerð hevur eitt einmælt stýri fyri Skálafjarðarsamstarvið tikið á fundi seinnapartin í dag, skrivar samstarvið í tíðindaskrivi.

 

Víst verður í skrivinum á, at tað ikki er tørvur á fleiri sambýlum í økinum, og tí er ikki neyðugt við sambýlinum á Skála. Men við avgerðini um at umbyggja sambýlið á Skála til dagtilhald fyri minnisveik, fegnast samstarvið um, at tilboðið til borgararnar í økinum verður víðkað.

Til ber at lesa alt skrivið frá Skálafjarðarsamstarvinum við attrýsta á her.