Tað var møguleiki fyri, at Skála seinnapartin kundi tryggja sær uppflytingina, tá ið teir vóru á útivølli í grannauppgerð ímóti Víkingi. Næstbestu víkingarnir plaga at spæla heimadystirnar í Leirvík. Soleiðis var tað ikki í dag. Ólagaliga veðrið var orsøk til, at heimadysturin var í Sarpugerði.
Síðani summarsteðgin hevur tað ikki gingið væl hjá Skála. Heldur ikki í dag gekk tað væl hjá skálamonnum. Víkingur vann 1-0, og avgerðin um uppflyting hjá Skála er útsett. Tað er merkisvert, at Skála framvegis er topplið og greiður favorittur at flyta upp, tí hetta er sjeyndi dysturin síðani summarsteðgin, ið var av tveir dagar fyri ólavsøku, at Skála stendur eftir við ongum.
Víkingur skoraði málið, sum vísti seg at vera sigursmál, longu í sjeynda minuttir. Málskjútti var 17 ára gamla Páll Eirik Djurhuus. Hetta er aðru ferð, at hann er málskjútti á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Hann skoraði eisini 7. mai, tá ið Víkingur á heimavølli vann 5-1 ímóti B36.
Hjá Víkingi var talan um uppreisn í dag, tí Víkingur var fýra tær seinastu ferðirnar farin av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Úrtøkan í teimum fýra dystunum var tveir javnleikir á útivølli og so tvey tap á heimavølli.
Sigurin í dag ber við sær, at Víkingur nú hevur 37 stig og undan dystarenda á Sandi, har B71 hevur vitjan av KÍ, er á triðja plássi.











