Skála tapti fyri triðju ferð á rað

1. DEILD: Við heimasigri ímóti Skála lyfti KÍ seg av niðurflytingarplássi

Tað gongur als ikki soleiðis hjá Skála, sum tað gjørdi undan summarteðginum.

 

Síðsti dysturin undan summarsteðginum var 27. juni, tá ið Skála vann 3-0 á útivølli ímóti B71. Tað var sætti dysturin á rað, at Skála vann úrtøku – fimm sigrar og ein javnleikur.

 

Í kvøld spældi Skála triðja dystin síðani summarsteðgin. Í kvøld var tað á útivølli ímóti KÍ, eftir at Skála hevur tapt 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ og 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Í kvøld var talan um fyrsta dystin í 18. umfari. Hann var lagdur at vera í kvøld, tí hetta skuldi verða hóskvøldið á summarfestivalinum.

 

Líkindini vóru sera góð, og lagið í heimaleguni er gott, tí teir næstbestu hjá KÍ vunnu 2-1. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

 

Boris Dosljak átti uppleggið, tá ið Kristoffur Jakobsen tíggju minuttir eftir steðgin legði KÍ á odda 1-0. Tað restaðu 20 minuttir, tá ið Niels Pauli Danielsen eftir hornaspark javnaði til 1-1. Tá átti Poul Kallsberg uppleggið.

 

Tíggju minuttir undan leikloki skoraði Dávid Langgaard sigursmálið, so KÍ vann 2-1. Aftur var tað Boris Dosljak, sum átti uppleggið.

 

Tølini siga, at Skála hevði sjey hornaspørk og KÍ fýra, og at Skála hevði seks royndir ´+a og framvið KÍ málinum, og at KÍ hevði fýra royndir á og framvið málinum hjá Skála.

 

Boris Dosljak var á vøllinum allan dystin á tamb, og Jóannes Bjartalíð varð skiftur út, tá ið ein tími var farin.

 

Skála er topplið við 37 stigum. Tað eru átta stig aftur til B71, sum leygardagin fer at spæla á útivølli ímóti B36.

 

KÍ hevur 19 stig og er eitt stig frammanfyri HB, ið er næstaftast. HB fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.