Umleið 80 fólk, ið arbeiða við at gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond, hittast í Føroyum í næstu viku. Týsdagin 26. og mikudagin 27. mai skipa Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið fyri eini norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu norðurlendskir granskingarstovnar kunnu draga fleiri útlendskar granskarar til sín við at gera tað lættari og áhugaverdari at virka í norðurlondum.
Føroyar hava verið partur av europeiska EURAXESS-samstarvinum í trý ár. EURAXESS fevnir um 40 lond í Europa, sum øll hava tænastur, ið hjálpa granskarum at flyta millum londini. Í Føroyum eru tveir EURAXESS-deplar – ein í Granskingarráðnum og ein á Fróðskaparsetrinum.
Norðurlendska EURAXESS ráðstevnan í Føroyum er tann triðja ráðstevnan, har starvsfólk á norðurlendskum hægri lærustovnum og øðrum granskingarstovnum hittast at tosa um felags áhugamál. Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja norðurlond í kappingini um teir bestu altjóða granskararnar við at gera tað so áhugavert og ómakaleyst sum gjørligt at virka sum útlendskur granskari í norðurlondum, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.










