Skal vera lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya

Tað skal verða lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum sett sær fyri.

Sum lógin er nú, ber ikki til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, tá ið arbeiðsloysi í Føroyum er er yvir 3,5%.

Johan Dahl, heldur, at tað er heilt burturvið við hesum markinum.

- Samstundis sum vit forða útlendskari arbeiðsmegi at koma hendavegin, hava vit fría atgongd at fara uttanlands at arbeiða.

Úrslitið er, at vit útflyta eina rúgvu av arbeiðsmegi til øll møgulig lond.

- Av tí sama er, at okkara egna framleiðsluvinna er komin í neyð, tí tað er at kalla ómøguligt at fáa fatur á ávísari arbeiðskraft, serliga handverkaravinnuna.

- Tað er eisini at kalla ómøguligt at fáa elektrikarar at skriva undir starvssáttmála, tí hann vil hava fríar ræsur at fara av landinum, nær tað skal vera.

- Tað kann ikki vera rætt, at okkara egna vinnulív skal bløða tí ongin skikkað arbeiðskraft er at fáa.

Hann sigur at tá ið arbeiðsmegin ikki er at fáa í Føroyum, má tað vera loyvt at fara uttanlands eftir henni

Tí vil hann hava samgonguna at broyta regluna um, at arbeiðsmegi skal ikki innflytast, tá ið arbeiðsloysið sum heild er omanfyri 3,5%.

Og tað skal vera skjótast møguligt.

- Tað er arbeiðsloysi í summum vinnugreinum, men í øðrum vinnugreinum rópa tey neyðarróp eftir arbeiðsmegi og tí má tað gerast lættari at fáa arbeiðsmegi til landið, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.