Tað skal vera lættari at eitt mál, sum Løgtingið viðger, til fólkaatkvøðu. Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og formaður í Tjóðveldi.
Hetta er ein spurningur, sum hevur verið frammi av og á og bæði Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskot fyri Løgtingið um hesi viðurskifti, tá ið teir sótu í andstøðu.
Tá var skotið upp, at ein triðingur av Løgtinginum, ella 11 tinglimir, kundu krevja eitt at mál, Løgtingið hevði samtykt, skuldi fara til fólkaatkvøðu.
Tjóðveldi skeyt eisini upp, at skrivaðu 4500 veljarar undir upp á at teir vildu hava eitt ávíst mál til fólkaatkvøðu, skuldi tað gerast.
Og í arbeiðnum at gera eitt uppskot til ein nýggja stjórnarskipan, var tað einaferð ein stórur meiriluti, sum tók undir við at seta hesa ásetingina beinleiðis í stýrisskipanina.
Endamálið við hesum er at verja minnilutan í Løgtinginum at fyri at verða trumfað av meirilutanum. Men nú uppskotið til stjórnarskipan varð lagt fyri Løgtingið, er hendan minnilutaverjan tikin burtur heilt burtur úr.
Aksel V Johannesen, løgmaður, segði, at orsøkin til, at hetta er tikið burtur úr, var, at krav varð sett fram um, at hetta skuldi umfata øll mál, eisini skattmál og lønarmál. Og tað ber ikki til at hava fólkaatkvøðu skattalættar og skattahækingar og tí varð øll minnilutaverjan tikin burtur úr.
Løgmaður tekur heldur ikki undir við, at bara 11 tinglimir skulu kunna krevja eitt mál til fólkatkvøðu, tí hann stúrir fyri, at tað fer at vera misbrúkt.
Men Høgni Hoydal førdi fram, at hann vildi ynskt, at ein minnilutaverja verður sett í aftur stjórnarskipanina, áðrenn hon verður endaliga samtykt.