Skal takast í álvara

Venjarin hjá vestmenningum ávarar leikarar sínar ímóti at taka ov lætt upp á dystin móti H71.

- Um leikararnir taka uppgávana í álvara, egia vit at kunna vinna dystin, men verður tað ikki gjørt, kann tað gerast sera trupult. Í fjør var um reppið, at tað kiksaði móti H71, tá vit skoraðu sigursmálið í seinastu sekundunum.

Annars heldur Hjalmar Klein Olsen, at hoyvíkingar tykjast vera betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør, og ikki minst tykist hann vera spentur um, hvussu Halgir Dahl-Olesen fer at standa seg í ár.

Um góða byrjanina, sum vestmenningar hava fingið, sigur Hjalmar, at venjingarstøðan í ár hevur verið góð frá byrjan.

- Eg havi havt allar leikarar tøkar síðani fyrst í august mánaði, og hetta hevur avgjørt virka positivt á venjingarstøðuna. Eisini vóru vit á Lanzarote á venjingarlegu, so alt í alt haldi eg leikararnar vera sera væl fyri.

Um hópin til dystin sunnudagin sigur venjarin annars, at hann helst verður tann sami, sum á Skála, og merkir hetta sostatt, at Áki Olsen allar helst enn ikki er 100% til reiðar at spæla.