Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Í høllini í Ølstykke vunnu Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg stórsigur 36-22 á liðnum hjá Maritu Mortensen, HØJ. Í steðginum var Viborg á odda 14-9.
Jana hevði eitt gott avrik við trimum málum og sjey uppleggum til mál (assist). Marita var noterað fyri eitt mál.
Í høllini á Frederiksberg taptu Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens tepurt 29-31 fyri Keypmannahavn. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-12.
Maria skoraði trý mál og vann liðnum trý brotskøst.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á heimavølli greitt 24-35 fyri Nykøbing-Falster, ið var á odda 19-12 í steðginum.
Súna skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál, og vann liðnum eitt brotskast.
Støðan:
##med2##












