Tað var William Heinesen, sum segði, at Havnin er heimsins nalvi. Og nú Sosialurin hevur húsast í gomlu handilshúsunum hjá Williami og ætt hansara í Vágsbotni í út við tvey ár, kunnu vit sjálvandi eisini taka orð hansara til okkara, tí vit eru sera fegin um, at tað bar okkum til at flyta blaðhúsið heim í Vágsbotn, tá handilin hjá Valdemar Lützen lat aftur í 2004.
Hóast føroysku fjølmiðlarnir kanska hava ilt við at skilja, at tað er ein verð uttan fyri Havnina, so hava vit á Sosialinum ásannað tað. Júst tí fingu vit okkum fyri nøkrum árum síðani eina ”rullandi redaktión”, sum skuldi vera sjónlig kring alt landið.
Hetta konseptið hava vit nú útbygt – og hava innrættað ein buss til endamálið. Hesin bussur fer at koyra kring alt landið – og er hann innrættaður við eini skrivstovu, so blaðfólk og myndafólk okkara heit og fjálg kunnu sita í bussinum og skriva, gera samrøður o. s. fr. Við beinleiðis intersambandið í bilinum ber til hjá myndamonnum og blaðfólki at senda tilfarið beinleiðis til Sosialin, so tíðindi fáast í blaðið beinanvegin, og soleiðis at til ber at dagføra heimasíðuna hjá Sosialinum og Portalin beinleiðis úr bilinum.
Nú landfast er úr Gásadali til Viðareiðis er tað so upplagt, at vit eru meira úti um okkum á meginøkinum allatíðina. Vit fara sjálvandi eisini at vitja sunnanfjørðs, har góðu umstøðurnar í Toyota Hi-Ace bussinum geva okkara fólkum allar møguleikar at verða fyrst við tí síðsta.
Samstundis sum Snoddi, sum bussurin eitur, verður at síggja kring alt landið, fer tann lítli bilurin, Snar, fyri tað mesta at vera sjónligur í meginøkinum.











