Ein 53 ára gamal maður er í dag í Føroya rætti kendur sekur í at hava smuglað og selt rúsevni Maðurin varð handtikin í januar mánaði, og tá var ein annar maður eisini tikin fyri at hava keypt frá tí í dag dømda.
Málið var fyri í Føroya rætti fyri viku síðan, og tá játtaði hann seg sekan í nøkrum av ákærunum.
Ákærin kravdi í minsta lagi átta mánaða fongsuelsrevsing, verjin helt seks mánaðir vera ríkiligt.
Dómurin var átta mánaða fongsulsrevsing, at hald varð lagt á útgerð og annað umframt 25.000 krónur.
Maðurin skal rinda sakarmálsútreiðslurnar.










