Embætisførsla
Landsgrannskoðarin skal nú kanna hvussu Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni hava goldið ymsar útreiðslur í sambandi við ætlanina at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági.
Tað er landsstýrismálanevndin, sum hevur heitt á landsgrannskoðaran um at gera hesar kanningar.
Landsstýrið hevur gjørt ymsar kanningar, umframt at tað hevur hildið fundir og havt framløgur av ymsum slagi, síðani tað fór at arbeiða við ætlanini um at lyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági í ein skúladepil í Hovi saman við heilsuskúlanum á Tvøroyri og at byggja røktarheim í Vági afturfyri.
Og landsstýrismálanenevndin vil nú hava landsgrannskoðaran at kanna, hvaðani Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni hava fingið pening til hesar útreiðslurnar.










