Skal inn at sita í trý ár fyri kynsliga misnýtslu

42 ára gamli maðurin hevur nú fingið dóm

Hin 42 ára gamli maðurin, sum hevur verið ákærdur fyri kynsliga misnýtslu á tríggjar dreingir, skal inn at sita í trý ár. Seinastu vikuna hevur rættarmálið koyrt, og beint í áðni varð dómur so sagdur í Føroya Rætti í umstrídda pedofilimálinum.

Umframt at verða dømdur fongsulsdóm í trý ár, so fekk hann "boligforbud", sum merkir, at hann ikki sleppur at hava børn í sínum heimi. Hann sleppur heldur ikki at vitja heim, har børn eru til staðar, og hetta verður galdandi í óásetta tíð.

Eisini varð hann dømdur at gjalda endurgjald til órættaðu dreingirnar, umframt sakarmálskostnaðin.

Dómarin legði stóran dent á, at talan hevur verið um púra óskyldigar dreingir, sum maðurin hevur gjørt seg kynsliga inn á. Maðurin játtaði seg sekan ella partvís sekan í níggju av 11 ákærum.

Ákæruvaldið kravdi annars mannin dømdan til forvaring ella fongsulsrevsing í átta ár. Verjin metti hóskandi revsing at vera millum tvey og eitt hálvt til trý ár. 

Mett var ikki, at forvaring var rætta loysnin til 42 ára gamla mannin, millum annað tí hann ikki hevur gjørt nakað revsivert áður og hevur góð sambond. 

Dómarin vísti til síðst á, at møguleiki er hjá bæði verjanum og ákæruvaldinum at kæra dómin. Maðurin skal framhaldandi sita í varðhaldi, inntil støða er tikin til, um dómurin verður kærdur. Men tað ber enn ikki til at siga, um dómurin verður kærdur.

– Hetta er munandi lægri enn pástandurin hjá okkum, sum var í fyrsta lagið forvaring ella í øðrum lagi fongsulsrevsing í átta ár. So tað kemur sjálvsagt eitt sindur óvart á, sigur Bjørk Maria Kunoy, ákærufulltrúi, sum enn ikki dugir at meta um, hvørt ákæruvaldið fer at kæra dómin.

– Í einum sovorðnum máli kann mann ikki vera nøgdur ella ónøgdur. Í einum sovorðnum máli eru tað bara offur, sigur Jógvan Páll Lassen, verji, sum heldur ikki veit, um teir fara at kæra dómin.