- Veitst tú, at zoofili ikki er ólógligt í Føroyum? Zoofili er neyðtøka av einum djóri.
Tað sigur Djóraverndarfelagið, sum hevur lagt skriv út á almenn støð, har fólk hava høvi at skriva undir og stuðla sjónarmiðjum felagsins.
- Veitst tú, at beint nú hevur ein hundur tað ordiliga ringt?
Soleiðis ljóðar ein annar spurningur í brævinum, sum er lagt út saman við arkinum, har fólk kunnu skriva undir og mótmæla.
Í brævinum reisir Djóraverndarfelagið eisini aðrar spurningar, eitt nú hendan:
- Veitst tú, at beint nú eru fleiri tropiskir fuglar í Føroyum, sum ongantíð sleppa at flúgva?
Lagt verður aftrat í skrivinum, at í djóraverndarlógini í Føroyum stendur einki um, hvussu stórt eitt búður skal verða.
- Hetta hendir í Føroyum í 2015. Vit ynskja djóraverndarlógina broytta sum skjótast. Nei, vit krevja hana broytta!
Djóraverndarfelagið vísir á, at øll kunnu gera mun.
- Við at skriva undir, hjálpir tú okkum at deila boðskapin so langt og vítt sum møguligt, sigur felagið.